##med2##
HB tryggjaði sær trý stig móti B68 á Svangaskarði í dag við einum 1-0 sigri. Aftaná 1-0 málið hevði HB møguleikar til at økja um leiðsluna, men teir tóku ikki av. Og so var tað nær við at B68 javnaði til 1-1, men HB slapp við skrekkinum.
B68-HB 0-1 (0-1)
0-1 Heðin Hansen (54.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá sigursmálinum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Dalibor Savic sum er nøgdur við at fáa trý stig, men hann heldur, at hansara menn átti at vunnið meira. Nú ger hann saman við hópinum klárt til at møta walisiska Newtown í Europa Conference League í komandi viku.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við hjálparvenjaran hjá B68, André Olsen sum iðrar seg um, at hansara menn ikki tóku av málmøguleikunum teir komu til í seinna hálvleiki.