FM1: Soleiðis vann KÍ sannførandi á HB

(FM1) Hoyr fyrra málskjúttan hjá KÍ, Árna Frederiksberg og verjuleikaran hjá HB, Hørð H. Askham seta orð á 2-0 siguri hjá KÍ

##med2##

 

KÍ hevur fullan pott aftaná fyrsta triðingin av kappingini í Betrideildini, teir hava 27 stig av 27 møguligum og eru greitt oddalið.

 

Í dag gekk tað útyvir javnaldran, HB. KÍ vann ein tryggan 2-0 sigur á HB við Djúpumýru í Klaksvík í dag.

 

KÍ – HB 2-0 (0-0)

 

1-0: Árni Frederiksberg (52.)

 

2-0: Deni Pavlovic (54.) 

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge og viðmerkjaran, Hjalgrím Elttør siga frá báðum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við fyrra málskjúttan hjá KÍ, Árna Frederiksberg sum helt, at hann skyldaði KÍ eitt mál aftaná nakrar brendar málmøguleikar. 

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við verjuleikaran hjá HB, Hørður H. Askham sum heldur, at tað er ræðuliga nógv stong út hjá HB fyri tíðina, men hann væntar tað fer at venda skjótt.

 

4) Hoyr Hjalgrím Elttør taka samanum dystin. Hjalgrím heldur, at tað var klassamunur á liðunum í dag. 

 

 

 

Málini hjá KÍ og samrøður við Árna Frederiksberg, Hørð H. Askham og Hjalgrím Elttør, viðmerkjara

Málini hjá KÍ og samrøður við Árna Frederiksberg, Hørð H. Askham og Hjalgrím Elttør, viðmerkjara