FM1: Soleiðis vendi KÍ 1-2 til ein 4-2 sigur

(FM1) Hoyr liðskiparan hjá NSÍ og lettlendska tvímálsskjúttan hjá KÍ seta orð á 4-2 sigurin hjá KÍ á NSÍ

##med2##

 

Gjøgnumsnitsoddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum lógu uppá 1,05 í oddsum uppá sigur til KÍ, og uppá heili 26 í oddsum uppá sigur til KÍ. Kortini megnaði NSÍ at leypa hvøkk á KÍ við bæði at javna til 1-1 í fyrra hálvleiki, og við at leggja seg á odda 2-1 í dystinum við Djúpumýru í Klaksvík. Men seinastu løtuna vísti KÍ hví teir eru oddalið, tá teir vendu 1-2 til ein 4-2 sigur.

 

KÍ – NSÍ 4-2 (1-1)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð (17.)

 

1-1: Atli D. Petersen (35.)

 

1-2: Atli D. Petersen (63.)

 

2-2: Valerijs Sabala (72.) 

 

3-2: Valerijs Sabala (92.)

 

4-2: Árni Frederiksberg (93.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 :

 

1) Hoyr frásøgumannin, Petur Asbjørn Lervig, og viðmerkjaran, Regin Sivertsen siga frá teimum seks málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen sum iðraði seg um tapið, men kortini var stoltur av, at teir avrikaðu so væl móti greiða oddaliðnum.

 

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn gjørdi við tvímálsskjúttan hjá KÍ, Valerijs Sabala sum staðfesti týdningin at enda fyrru hálvu væl áðrenn liðið skal leika móti Bodø/Glimt í Champions League undankappingini.

 

4) Hoyr Regin Sivertsen taka samanum ein minniligan dyst, har KÍ kann gleðast um trý stig, og NSÍ kann fegnast um at vera fyrsta liðið sum skorar tvær ferðir móti KÍ í ár. 

 

 

 

KÍ-NSÍ 4-2 (1-1) - Hoyr málini, samrøður við Klæmint A. Olsen og Valerjis Sabala, og samanumtøku hjá Regini Sivertsen

KÍ-NSÍ 4-2 (1-1) - Hoyr málini, samrøður við Klæmint A. Olsen og Valerjis Sabala, og samanumtøku hjá Regini Sivertsen