FM1: Spennandi og jøvn Firmakapping millum Sjónám og KJ

(FM1) Hoyr Firmakappingina, ið var millum Sjónám og KJ seinnapartin í dag

##med2##

14 fyritøkur/arbeiðspláss kappast í øðrum umfari í Firmakappingini - spurnarkappingini - á FM1 í vetur.

 

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður komandi vár vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Í dag kappaðust Sjónám í Klaksvík og KJ á Kambsdali. Talan gjørdist um eina stigafátæka, men spennandi kapping. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra dagsins Firmakapping.

(Firmakapping 2. umfar: Sjónám - KJ)