##med2##
B36 hevur í nøkur ár vunnið allar dystir móti teimum sonevndu "botn 5 liðunum". Tann siðvenjan var ikki hildin við líka í dag, tá B36 var fyri sera óvæntaðum stigamissi aftaná javnleik 0-0 á Tórsvølli móti B68, ið hevur nógv góð minnir á Tórsvølli farnu mánaðarnar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ein sera fegnan høvuðsvenjara hjá B68, Øssur Hansen sum ikki sá burtur frá, at hepnið eisini skuldi til tá B68 vann sær eitt sera týðandi stig, bæði ítróttarliga og sálarliga. Øssur dregur fram eitt stórt avrik hjá sínum monnum, og ein góðan aftasta skansa í Joakim Jürs, ið var hondbóltsmálverji hjá KÍF fyri heilt stuttum: - Í fótbólti ber alt til, staðfestir ein fegin Øssur Hansen.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá B68, Dan Brimsvík sum heldur avgjørt, at teir í B36 livdu als ikki upp til tað sum teir krevja av sær sjálvum. Dan heldur eisini, at B36 spældi ov seint, og so brendi teir alt ov nógvar málmøguleikar: - Hevði bara ein av hasum mongu royndunum fari inn, sigur ein vónbrotin B36-høvuðsvenjari.
##med3##