##med2##
Tað blivu Neistin við fullum stigatali og StÍF við betri innanhýsis málum enn VÍF og Kyndil í bólki 2, ið vunnu seg víðari í Faxe Kondi hálvfinalurnar har KÍF verður mótstøðulið hjá Neistanum, og H71 verður mótstøðulið hjá StÍF.
VÍF hevði eina ringa løtu í seinna hálvleiki og fór afturum við seks málum, og tann munin megnaðu vestmenningar ikki at minka til meir enn trý mál. Tað endaði 34-31 til Neistan í Vestmanna. VÍF var annars á odda 15-14 í steðginum.
Tað leikaði leingi javnt á millum StÍF og Kyndil á Skála, men mót dystarenda var StÍF omaná og vann at enda 25-21 sum merkir, at StÍF vinnur innanhýsis roknskapin við málum í kappingini við VÍF og Kyndil nú øll endaðu á tveimum stigum.
StÍF hevur pluss tvey mál, VÍF hevur null mál og Kyndil hevur minus tvey mál í innanhýsis roknskapinum í dystunum millum hasi trý liðini.
Neistin vinnur bólk 2 við seks stigum.
VÍF-Neistin 31-34 (15-14)
Toppskjúttar VÍF: Filip Jojic 15, Sjúrður Olsen 6 og Julian Olsen 5.
Toppskjúttar Neistin: Karl Martin Olsen 9, Dánjal Ragnarsson 7 og Rasmus Søby 5.
StÍF-Kyndil 25-21 (11-11)
Toppskjúttar: StÍF: Jóannes Prestá 7, Bjarni í Selvindi 5 og Pætur Barclay 4.
Toppskjúttar: Kyndil: Anders Risdal 7, Tróndur Wardum 4 og Bartal Klein Olsen 4.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi í Vestmanna við ein fegnan toppskjútta hjá Neistanum, Karl Martin Olsen og ein vónbrotnan málverja hjá VÍF, Mladen Mjerimacka sum staðfestir, at ósigurin fyri Kyndli í fyrsta umfarinum bleiv VÍF dýrur í samlaða roknskapinum.