##med2##
Torben Nielsen frá Combine IT vitjaði Rásarúmið hjá FM1 til eina samrøðu, ið Petur Zachariassen gjørdi um Trygdarskeið innan KT-tøkni.
Ikki síðani sjórænaratíðina, hava álopini á Føroyar verið so nógv sum nú. Tað er tó ikki sjórænaraskip, sum koma siglandi hesar leiðir. Tað er umvegis teldu tøknina vit vera álopin. Um illa vil til, so viðførur hetta, at peningur verður stjolin, dáta mist burtur og fólk kunnu koma í keðiligar støður.