Klokkan 13 til 15 seinnapartin í dag verður ein undansending til Bátafestivalin á Toftum á FM1.
Sendingin "Spurin" vitjar fyrireikarar og onnur á Toftum í beinleiðis sending.
Prátað verður við m.o. Janus Jensen, Mariann Nielsen, Súna í Hjøllum, Høgna Hansen, Kristian Poulsen og Andrew Djurhuus um bæði Bátafestivalin og onnur tiltøk, sum eru í Nes Kommunu.
Reportari hjá FM1 verður Petur Zachariassen.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo