FMA: Ársins Spíri er Tunghoyrt

Fyrsta heiðurslønin á ársins FMA í Norðurlandahúsinum er Ársins spíri

Ein spíri ber boð um, at nú er vár í hondum og at tað, sum hevur ligið í dvala, fer nú at spretta og næla.  

Spírin ber eisini boð um góð gróðrarlíkindi. 

Tá ið vit tosa um tónleik, kunnu vit í Føroyum vera samd um, at gróðarlíkindini eru góð, tí vit hava seinastu tíðina sæð og hoyrt spírar, sum bergtaka okkum. 

Vit fegnast um at fylgja teimum í vøkstri, til teir standa í fullum blóma. 

Vit eru øll errin av ungu spírunum. 

Fyrsta virðislønin í Norðurlandahúsinum í kvøld verður latin - Ársins spíra, sum er Tunghoyrt.