Eivør er júst kosin til ársins sangara ella einleikara í opna bólkinum. Tað var Anita Vibergsdóttir frá Tvøroyrar kommunu, sum handaði henni heiðurin.
Eivør Pálsdóttir hevur fingið mangar FMA virðislønir, men í fjør var fyrstu ferð, at hon varð kosin til ársins songkvinnu. Tá var tað í popp/rokk bólkinum. Í ár er hon so aftur kosin til ársins sangara, hesa ferð í opna bólkinum. Hetta er onnur virðislønin, sum Eivør Pálsdóttir fær í kvøld.
Undanfarnu vinnararnir eru Jensina Olsen í 2016, Dávur Juul Magnussen í 2015 og Kvartettin í Betesda í 2014.
Hini tilnevndu vóru:
Arnold Ludvig
Eivør Pálsdóttir
Heðin Ziska Davidsen
Kristian Blak
Teitur Lassen