FMA: - Eivør fegin um tilnevningarnar

-Eg hevði vónað at blíva tilnevnd til okkurt, tí eg útgav nógv í fjør. Men eg hevði ikki væntað so nógvar tilnevningar, sigur Eivør Pálsdóttir.

- Eg hevði vónað at blíva tilnevnd til okkurt, tí eg útgav nógv í fjør. Men eg hevði ikki væntað so nógvar tilnevningar, sigur Eivør Pálsdóttir.

 

FMA nærkast í hvørjum, og í vikuni vórðu tilnevningarnar almannakunngjørdar. Eivør man sigast at vera ein av virknastu tónleikarunum í 2015, og tað sæst eisini aftur í tilnevningunum.

 

Eivør er tilnevnd sum ársins songkvinna, hennara fløgur Slør og Bridges eru báðar tilnevndar til ársins fløgu, lagið Silvitni er tilnevnt til ársins lag og Eivør er tilnevnd til ársins bólk ella einstakling. Allar tilnevningarnar eru í bólkinum Popp/rokk.

 

- Eg hevði kanska væntað, at eg fór at blíva tilnevnd. Men so nógvar tilnevningar væntaði eg ikki, sigur Eivør Pálsdóttir.

 

Spurningurin, sum verður svaraður leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum er, um Eivør eisini sleppur heim við einari ella fleiri FMA virðislønum.

 

- Tað veit man ongantíð. Har eru so nógv góð listafólk og góðar og spennandi útgávur komnar út í 2015. Men um eg vinni nakað, so verið eg sera fegin, greiðir Eivør Pálsdóttir frá.

 

Tað er ein virðisløn, sum áskoðarar avgerð lagnuna á. Talan er um ársins live bólk. Vilt tú gera tína ávirkan galdandi til FMA, so kanst tú velja hvør skal vera Ársins live bólkur 2015.

 

Send sms til 1940 við boðunum:

“FMA + navnið á einum bólki ella einstaklingi”

 

Dømi: “FMA Bólkur”

 

Við atkvøðuni er tú við í lutakastinum um atgongumerki til Summarfestivalin og G!

Til ber bert at atkvøða eina ferð. Kostnaður er fimm krónur umframt vanligan takst.