FMA: – Hetta er púra svakt!

Soleiðis segði Ragnar Finsson maðurin handan Horrse.

­­Horrse er ársins nýggja navn á FMA

 

 

 

Soleiðis segði Ragnar Finsson maðurin handan Horrse. Ragnar var ikki til staðar í Norðurlandahúsinum til handanina. Virðislønin var handað honum í samband við eina konsert, sum bólkurin Sway hevði í SMS. Tað var annar vertinum á FMA tiltakinum, Rólant Waag Dam, sum handaði honum virðislønina.

 

Ragnar var, sum vera mann, ógvuliga fegin um heiðurin. Hann var fullkomiliga tikin á bóli, og harumframt sang bólkurin Sway tillukku fyri honum.

 

Ragnar Finsson kenna vit eisini frá bólkinum Raske Drenge, umframt at hann er kendur í tónleikaumhvørvinum í Føroyum