Ársins átak í ár er Listastovan í Vágum.
Listastovan í Miðvági er ein kommunalur bygningur, sum millum annað verður nýttur til listaframsýningar, bæði hjá kvøldsskúlanum har vesturi og hjá listafólkum annars. Smáar konsertir vera eisini hildnar, umframt at okkurt skeiðvirksemi eisini er í hølunum.
Arbeiðsbólkurin hjá FMA grundgevir soleiðis fyri, hví Listastovan fær heiðurin sum ársins átak.
- Tónleikur kemur ikki av sær sjálvum. Tónleikur skal skrivast og skapast. Men tónleikur hevur eisini brúk fyri plássi. Tónleikur hevur brúk fyri húsarúmi, men hann hevur sanniliga eisini brúk fyri hjartarúmi. Tónleikur hevur brúk fyri, at fólk eru góð við tónleikin og tónleikararnar, soleiðis at vit onnur kunnu njóta tað, sum verður skrivað og skapað. Slíkt húsarúm og hjartarúm hava tey í Vágum. Í Listastovuni hava tey hølini og fólkini, sum vilja tónleikinum tað besta. Tey hava seinasta árið lagt hús til og skipað fyri fleiri stórum konsertum, soleiðis at tað besta av tí besta, ið føroyskur tónleikur hevur at bjóðað, eisini kemur vestur í Vágar. Og fleiri konsertir er á veg í Listastovuni í ár. Fólkini, sum eru partur av hesum, gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði, sigur arbeiðsbólkurin.
Í 2014 gjørdist HOYMA ársins átak, í 2015 var tað Reinsaríið og í fjør Loftbrúgvin. Sophus Dal-Christiansen, marknaðarleiðari hjá Føroya Bjór, handaði virðislønina.