FMA: Segl hjá Eivør er ársins húsi

Segl hjá Eivør er ársins húsi.

Stuttligt er kanska at viðmerkja, at Eivør vinnur henda heiður 20 ár eftir at hon gav sína fyrstu útgávu út.

Samskifti hevur koisið ársins húsa og grundgevingin er her:

 

Millum tónleikaútgávurnar í 2020 vóru at finna fleiri spennandi húsar. Tí var tað ein sera torfør uppgáva at velja tann besta teirra burturúr. Men jú meira dómsnevndin hugdi, jú meira skaraði hesin eini húsin framúr. Og meira spennandi varð hann. Upplivingin av at hyggja at honum, lata hann upp og taka vinylplátuna úr honum er heilt serstøk. Og talan er um eitt einastandandi væl úr hondum greitt handverk.

Húsin er óvanliga gjøgnumførdur, og hugsað er um hvønn einasta smálut. Her verður spælt við mjúkar, heitar litir. Einkul og sterk súmbol. Og sjálvandi ringrásina, sum gongur aftur bæði uttan og innan, og frá byrjan til enda.

Alt gongur upp í eina hægri eind, og saman við stórsligna tónleikinum og filosofiska tekstinum, er húsin við at fortelja søguna um rannsóknarferðina hjá gávuríka sangaranum, sum fyri júst 20 árum síðan gav út sína fyrstu útgávu – og veruliga fekk vind í sítt mánasegl.

Tað er tí ein samd nevnd í felagnum Samskifti, sum hevur valt Segl hjá Eivør, sum Ársins Húsi 2020. Hjartaliga til lukku, Eivør!