Føroya Arbeiðarafelag: Fundarsamtykt

Á kjakfundinum hjá Føroya Arbeiðarafelag tann 22.11. 1997 varð soljóðandi samtykt gjørd.

Í sambandi við semjuna, sum gjørd varð við Arbeiðsgevarafelagið 01.05.1997, varð § 7 og 8 í sáttmálanum broytt m.a. soleiðis, at um arbeiðstíðin varð broytt, so skuldi hetta gerast eftir avtalu við arbeiðsfólkið, og hesi arbeiðsfólk skuldu atkvøða við seðlum.

Eisini varð tá ásett, at sama arbeiðstíð skuldi verða galdandi fyri alt arbeiðsplássið.

Á fleiri arbeiðsplássum, har arbeiðstíðin er frá kl. 08.00 til 17.00, biðja arbeiðsgevarar kortini arbeiðsfólk møta kl. 07.00 á morgni, uttan at vilja gjalda yvirtíðargjald fyri tíman millum kl. 07.00 og 08.00 á morgni, og heldur ikki fyri tíman millum kl. 17.00 og 18.00, har arbeiðsfólk er boðsent av arbeiðsgevaranum at møta seinni til arbeiðis enn kl. 08.00.

Tá fakfeløgini til fánýtis hava roynt at fingið arbeiðsgevararnar at halda § 7 og 8 í verandi sáttmála, taka fundarluttakararnir undir við:


?at Føroya Arbeiðarafelag saman við lokalfeløgunum noktar limum sínum at byrja arbeiðið kl. 07.00 á morgni, har arbeiðsfólkið annars byrjar arbeiði sítt kl. 08.00, um arbeiðsgevarin noktar at rinda yvirtíð fyri tíman millum kl. 07.00 og 08.00 á morgni,

?og eisini tekur fundurin undir við, at noktað verður limum felagsins at arbeiða millum kl. 17.00 og 18.00, har hesir limir eru boðsendir at møta seinni enn kl. 08.00, og arbeiðsgevarin noktar at gjalda yvirtíð fyri tíman millum kl. 17.00 og 18.00.