Føroya Ríðingarfelag nógv á skránni

- Vit hava nógv ymisk átøk fyri framman, sigur nevndin.

Føroya Ríðingarfelag hevði aðalfund herfyri.

 

Nýggja nevndin er mannað við Hans Vilhelm Lútzen, formanni og Bødvar Hjartvarsson, næstformanni. Hinir nevndarlimirnir eru Mortan Hansen, Tummas Rubbeksen og Brandur í Dali. Tiltakslimir eru Michel Nielsen og Martin T. Samuelsen.

 

Nevndin hevur nógv ymisk átøk fyri framman, eitt nú kappríðingar, Leynavatnstevnu og ikki at gloyma vælumtóktu Djóradagarnar, sum sjálvandi eru á skrá aftur í ár.


Á myndini eru, f.v.: Tummas Rubeksen, Bødvar Hjartvarsson, Martin Samuelsen, Mortan Hansen, Hans Vilhelm Lútzen og Brandur í Dali. Michel Nielsen vantar á myndini.