FØROYAR á heimavølli

A-landsliðið hjá monnum skal spæla tveir landsdystir inni í Dal á Sandi um vikuskifti.

Tíðindaskriv:

 

Fyrri dysturin verður millum Føroyar og Azerberjan fríggjakvøldið kl: 19:00 og seinni dysturin verður millum Føroyar og Eysturríki sunnudagin kl:17:00. 

Føroysku mennirnir hava verið í Íslandi farna vikuskifti og vunnu teir á Íslandi. Hetta var ein góð byrjan uppá kappingina hjá okkara monnum. 

Seinni dysturin var ímótið  Svøríki. Í tí dystinum spældu føroyska liðið væl, men mótstøðan var ov sterk og taptu vit dystin 3-0.

 

Um vikuskifti er Flogbóltssamband Føroya aftur vertir av Silver League kappingini hjá CEV. 

 

Atgongumerkir kunnu keypast við dyrnar og børn undir 16 ár hava ókeypis atgongd.

Dystirnir vera vístir í Televarpinum og á www.eurovolley.tv

 

##med2##

##med3##

##med4##