info
Ongi úrslit

Føroyar eru besti fýrarin í Nations League C

Í skrivandi stund liggja Føroyar ikki til at flyta niður í Nations League D

Heri Simonsen
16. oktober 2024 kl. 00:05

Tað hevur higartil verið ein soltin úrtøka í Nations League hjá føroyska A-landsliðnum.

Okkara hava bert trý stig og eru aftast í bólki 4 í Nations League Deild C.

14. november og 17. november spæla okkara torførar útidystir móti Armenia og Norðurmakedonia, so tað verður tungt hoyggj at fáa fleiri stig.

Ein glotti er tó, at Føroyar í skrivandi stund eru besti fýrarin í Nations League C:

Myndin er ikki tøk

Innanhýsis roknskapurin millum Føroyar, Luksemborg, Litava og Aserbadjan sær í løtuni soleiðis út:

Myndin er ikki tøk

Megna okkara at fáa trý stig í útidystunum í Armenia og Norðurmakedonia átti plássið í Nations League B at verið bjargað. Enda vit sum næstbesti fýrarin skulu Føroyar spæla tveir dystir móti besta fýraranum í Nations League D. Enda Føroyar sum næstaftasti ella aftasti fýrarin flyta okkara niður í Nations League D, ið hevði verið eitt stórt prestisjutap.

Aserbadjan hevur heimadyst móti Estlandi 16. oktober, og útidyst móti Svøríki 19. oktober. Aserbadjan tapir sannlíkt fyri Svøríki, og tí er hjá okkum at vóna, at Estland vinnur ella spælir javnt móti Aserbadjan.

Litava spælir á útivølli móti Kýpros 15. november, og úti móti Kosovo 18. november.

Luksemborg møtir Bulgaria á heimavølli 15. november, og hava heimadyst móti Norðurírland 18. november, so teir hava besta møguleikan at gerast besti fýrarin, um okkara ikki fáa stig móti Armenia og Norðurmakedonia.

 

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag í Danmark

15 minuttir síðan
Tíðindi

Russar hava aftur dripið sivilfólk

27 minuttir síðan
Tíðindi

Uppskot til nýggja lendisumsitingarlóg sent til ummælis

35 minuttir síðan
Tíðindi

Ein maður endaði í brummuni

50 minuttir síðan
Tíðindi

Vilja keypa nýggjar motorar til Smyril fyri 74,4 milliónir

1 tími síðan
Hondbóltur

Annika og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump heiðraði Musk: – Thomas Edison í okkara tíð

8 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Jóhan var toppskjútti í heimasigri hjá Skanderborg-Aarhus

8 tímar síðan
Tíðindi

Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar

9 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanska stjórnin: Øll skulu kunna síggja avrættingina

9 tímar síðan
Tíðindi

Fjórði fundurin í felagsnevndini hjá ES og Føroyum um Horizon Europe

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú er at smíða meðan jarnið er heitt

9 tímar síðan