Føroyar hava eina lítla favorittstøðu móti Pólandi

Sera avgerandi dysturin millum Føroyar og Póland í U20 EM-endaspælinum byrjar í morgin klokkan 12

Í morgin klokkan 12 spæla Føroyar og Póland ein sera avgerandi dyst í niðara millumbólkinum í EM-endaspælinum fyri U20 landslið, ið er í Portugal í hesum døgum.

 

Póland hevur betri málmun, og tí mugu okkara menn vinna á Pólandi fyri at sleppa at kappast um plássini 9 til 12. Vinna vit ikki á Pólandi mugu okkara menn kappast um plássini 13 til 16. 10 tey fremstu liðini sleppa til U21 HM endaspælið í 2023. 13 tey fremstu liðini sleppa til komandi U20 EM endaspælið. 

 

Støðan í millumbólki 1 í niðara endaspælinum er, at Slovenia hevur fýra stig, Póland og Føroyar hava tvey stig, og Noreg hevur einki stig. 

 

Dysturin sæst á kvf.fo. 

 

10 altjóða veddingarfyritøkur hava Føroyar sum ein lítlan favoritt móti Pólandi. Helst ger tað mun, at Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur er við føroyska liðnum nú. Í dag skoraði Elias 12 mál móti Noregi, umframt at leggja upp til mong onnur mál. Men óannsæð verður væntandi talan um ein tættan dyst. 

 

Oddsini uppá føroyskan sigur liggja millum 1,60 og 1,66. Oddsini uppá pólskan sigur liggja millum 2,60 og 2,91. 

 

Her eru oddsini uppá dystin: 

 

##med2##