Føroyar, flóttar og fremmandaóttin

“Ætlar tú, at muslimar skulu yvirtaka Føroyar?”

 

Eg var valla komin út í bilin í Sortudíki eftir sjónvarpskjakið týskvøldið, tá telefonin byrjaði at ringja. Ræddir og sintir føroyingar, sum ikki vilja hoyra talan um, at okkara lítla og sárbæra land skal taka ímóti einum einasta flótta, nú vit eru vitni til størstu flóttafólkakreppu síðani seinna veraldarbardaga. Hendan mótstøðan hevur verið sjónlig í almenna rúminum, líka síðani løgmaður á nýggjárinum helt, at Føroyar eisini eiga at hjálpa heimsins neyðstøddu, m.a. á Facebook-bólkinum “Nei til flóttafólk”. Og seinastu dagarnar hevur ísraelski prædikanturin Avi Lipkin ferðast land og ríki fyri at fortelja føroyingum, at flóttarnir í veruleikanum eru terroristar, og at Róm stendur fyri falli.

 

“Hetta er byrjanin uppá endatíðina í Opinberingini”, rópti ein kvinna í horninum.

 

Í ljósinum av fólksligu mótstøðuni í Føroyum greiddi eg í sjónvarpinum frá eini skipan við sonevndum kvotaflóttum, men sum so ofta hvørva nuansurnar, tá tíðin er avmarkað. Skipanin snýr seg í stuttum um, at eitt vertsland orðar nøkur kriteriir í mun til, hvørjir flóttar kunnu koma til nýggja vertslandið, og tað hongur eisini saman við, hvørja tilbúgving eitt land hevur. T.d. hevur Ísland seinnu árini tikið ímóti umleið tíggju kvotaflóttum annaðhvørt ár, og íslendskir myndugleikar hava t.d. raðfest einligar kvinnur við børnum og forfylgdar LGBT’arar. Í sjónvarpinum nevndi eg møguleikan at raðfesta í mun til mál- og arbeiðsførleikar, so eventuellir flóttar hava útlit fyri eini góðari byrjan í nýggja landinum – ikki minst tá Føroyar framvegis ikki hava nakra líkinda tilbúgving og sera avmarkað integrasjónsátøk. Tað hoyrir eisini við til søguna, at tá ein flótti fær status sum “kvotaflótti” av ST, so er tað tí, at viðkomandi telist millum teir mest sárbæru bólkarnar av flóttum. Ein kvotaflótti er ikki á ferð. Ein kvotaflótti situr í eini flóttalegu í nærumhvørvinum og bíðar, inntil eitt land – umvegis ST – er til reiðar at taka ímóti. Hetta modellið krevur eina justering í útlendingalógini, hóast økið ikki er yvirtikið.

 

Við hesi skipan sleppa vit ikki undan at velja, men hesin boðskapurin fekk ein annan bólk upp úr stólinum. Slík differentiering gevur jú ikki nakað UG í tí stóru filantropisku karakterbókini. Eru vit so kynisk og egoistisk, at vit bara vilja hjálpa útbúnum flóttum, sum duga enskt? Skulu vit ikki hjálpa av humaniterum og moralskum orsøkum?

 

Jú, sjálvandi skulu vit hjálpa fyri at hjálpa, og vit kunnu saktans raðfesta øðrvísi. Mítt endamál var einans at greiða frá, hvørjar skipanir eru til taks, sum kunnu mana nøkur spøkilsi í jørðina, um Føroyar velja at taka ímóti flóttum her og nú. Hetta er ein skipan, sum skeptiskir føroyingar kundu kent seg tryggari við í mun til sonevndar “spontanar” flóttar, sum eitt vertsland ikki sjálvt hevur valt, og sum higartil ikki eru komnir til Føroya.

 

Summa summarum er, at um Føroyar velja at taka ímóti flóttum, so er omanfyri nevndi leistur ein møguleiki, og sjálvandi kunnu onnur kriteriir ásetast. Tað veldst um, hvørja tilbúgving Føroyar kunnu bjóða. Er tað t.d. rætt at taka ímóti flóttum, sum ikki duga enskt, um vit ikki hava nakrar tolkar í Føroyum at hoyra teirra rødd? Er tað rætt at bjóða torturoffrum, um vit ikki hava professionellar førleikar at rehabilitera torturoffur? Við eini kvotaflóttaskipan sleppa vit ikki undan at velja. Valið má byggja á, hvussu offur fyri kríggi og ræðuleikum, sum priviligeraðir skandinavar ongantíð fara at fata, kunnu fáa eitt virðiligt lív nógvar túsund kilometrar frá heimlandinum.

 

Tíbetur er ferð komin á málsliga undirvísing til tilflytarar (sum ikki eru flóttar), men tað finnast fleiri tilflytarar við flottum hægri útbúgvingum í Føroyum, sum kortini ikki finna eitt starv, har tey kunnu brúka sínar førleikar. Tí er ein útbúgving í sjálvum sær eingin garantur – tíverri.

 

Tá eg síggi myndirnar av neyðstøddum flóttum, sum flýggja undan kríggi og forfylging, hugsi eg um oktober 1943, tá danskir jødar máttu flýggja undan týskum nazistum yvir um sundið. Megnar bjargingarátakið hevur síðani definerað danska sjálvsfatan. Okkara hjálp er ein dropi av einum dropa av einum dropa í havinum. Men tað er eisini við til at definera, hvørji vit sjálvi eru.