Føroyar fyri børn og ung

Miðflokspolitikkur tekur støði í at tryggja teimum verju og rættindi, sum ikki sjálvi megna at tala sína søk.

 

Øll børn hava rætt til tryggleika og góð kor í barna- og ungdómsárum. Okkara samfelag eigur í øllum pørtum at innrættast soleiðis, at tað tekur hædd fyri barna- og ungdómsrættindum.

 

Tað ljóðar einfalt. Men tað eru tíverri ikki so fá vaksin, sum í hugsunarloysi taka síni egnu rættindi fram um barnanna. Hetta sæst eisini aftur í lógarverki, so løgið tað ljóðar.

 

Eitt dømi eru ætlanirnar hjá Framsókn um at loyva matvøruhandlum at selja rúsdrekka. Úrslitið av tí vildi verið, at føroyingar vildu økt sína rúsdrekkanýtslu við umleið 5 litrum av alkohol fyri hvønn føroying um árið. Tað siga tølini. Tí í verandi støðu drekka føroyingar umleið 6 alkohollitrar í miðal um árið, meðan danir drekka umleið 11 alkohollitrar. Einasti munur er rúsdrekkapolitikkurin.

 

Miðflokkurin ynskir framhaldandi at gera Føroyar til eitt gott land hjá børnum og ungum at búleikast í. Avleiðingarnar av ov nógvum rúsdrekka kenna vit alt ov væl. Og aloftast ganga avleiðingarnar harðast útyvir børnini. Harðskapur, hjúnaskilnaður, ágangur móti børnum osfr. eru nakrar av mest vanligu avleiðingunum av rúsdrekkaovurnýtslu.

 

Við Miðflokkinum veit veljarin, hvat hann fær.

 

Vel Miðflokkin

 

Bill Justinussen