Føroyar gjørdust nummar fýra

Føroyar gjørdust nummar fýra í altjóða flogbóltskappingini fyri U17 kvinnur - við góðum avriki.

Føroyar gjørdust nummara fýra, eftir at hava vunnið á Noreg og Íslandi og tapt á Danmark, Svøríki og Finlandi.

 

Føroyska kvinnulandsliðið spældi væl, og dysturin var sera javnur.

 

Danmark vann fyrsta og annað settið, meðan føroysku kvinnurnar vunnu triðja sett. Fjórða settið varð sera javnt, og liðini skiftust um at vera frammanfyri, men setti endaði við, at Danmark var frammanfyri 25-23.

 

Vinnarin av NEVZA U17 fyri kvinnur gjørdist Finland. Svøríki endaði á øðrum plássi og Danmark á triðja plássi, meðan Føroyar gjørdust nummar fýra - við einum flottum avriki.