Føroyar hava góðtikið meg

– Eg kenni meg sum føroying, sigur Claus Rasmussen, sum fyri sløkum 40 árum síðani kom til Føroya á fyrsta sinni

(Mynd: Jens Kristian Vang)

Tað eru næstan fjøruti ár liðin, síðani Claus Rasmussen fyrstu ferð kom til Føroya. Hann kom higar at arbeiða sum blikksmiðjur, men hann hevði eisini okkurt annað í kvittanum. Hann hevði nevniliga hitt føroyska kvinnu í Sønderborg, og hann fór í hølunum á henni til Føroya.

 

Hetta var í 1983, og føroyska kvinnan, hann var skotin í, var Guðrun Horn. Tey funnu saman, og eftir eina tíð fluttu tey saman at búgva í kjallaranum hjá foreldrum hennara. Seinni fóru tey í egin hús, fingu familju saman, og nú eiga tey eisini ommu- og abbabørn.

 

– Føroyingar hava tikið sera væl ímóti mær. Eg kendi meg væl beinanvegin, tá ið eg kom til Føroya. Fólk vóru fitt og hjálpsom, og eg eri sera takksamur fyri tað, sigur Claus Rasmussen í samrøðu við Sosialin um vikuskiftið.

 

Claus Rasmussen var føddur í Keypmannahavn, og fyrstu árini vaks hann upp í danska høvuðsstaðnum. Hann hevur ein beiggja og eina systur. Tá ið hann gekk í 3. flokki, valdu foreldrini at flyta til Suðurjútland, til Kollund nærindis týska markið. Eftir fólkaskúlan fór Claus í læru sum blikksmiðjur, og tá ið hann hevði fingið útbúgvingina búsettist hann í Sønderborg, har hann arbeiddi sum blikksmiðjur. Tað var har, at hann hitti Guðrun Horn úr Havn.

 

– Eg arbeiddi eitt sindur á einum diskoteki, og har hitti eg Guðrun fyrstu ferð. Hon var niðri í lestrarørindum, og vit komu at kennast, sigur Claus Rasmussen.

 

Tá ið Guðrun fór heimaftur, hevði Claus hug at fara aftaná. Donsk fyritøka søkti eftir rørleggjarum og blikksmiðjum til arbeiði í Føroyum, og tað varð fintan, sum Claus kundi brúka fyri at sleppa til Føroya. Claus búði á kamari í Stoffalág og arbeiddi sum blikksmiðjur fyri donsku fyritøkuna, ið gjørdi arbeiði í Havn. Seinni skifti hann til Demich at arbeiða.

 

– Størsta avbjóðingin við at flyta til Føroya var veðrið. Tá í tíðini høvdu øll ikki bilar, og einki bussamband var, so vit skuldu ganga til tað mesta. Tað kendist kalt, tað var nógvur vindur, og tað regnaði ofta. Nakað aftaná at eg var komin til Føroya, segði eg við Guðrun, at eg kláraði ikki at vera her, og at eg nokk fór niður aftur, sigur hann.

 

– Men samstundis treivst eg sera væl á annan hátt. Mær dámdi arbeiðið, eg var sera væl móttikin av føroyingum, og so var tað sjálvandi eisini Guðrun, sum eg hevði funnið saman við. Føroyska náttúruna hjálpti eisini væl til, og hon hevur gjørt mær gott øll árini. Eg vandi meg eisini við veðrið, og eg kom skjótt fram til, at Føroyar vóru fantastiskar í øllum veðri.

 

Claus varð verðandi í Føroyum, og hann og Guðrun fingu familju.

 

Samrøðan við Claus Rasmussen er partur av greinarøð um tilflytarar í Føroyum og kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið. Í samrøðuni sigur Claus, at føroyingar kundu sett ferðina í gerandisdegnum niður.

 

(Mynd: Jens Kristian Vang)