Enska blaðið "Telegraph", sum ger nógv burturúr fótbólti er komið við sínum metingum um tað komandi HM-undankappingina.
Um bólk B, har Portugal, Sveis, Ungarn, Føroyar, Lettland og Andorra skulu kappast er Alan Tyers hjá Telegraph ikki í iva um, at Portugal er stórfavorittur. Hann heldur tó, at Sveis og Ungarn kunnu yvirraska á einum góðum degi.
Alan Tyers hevur eini boð til Føroyar, Lettland og Andorra. Hesi trý londini hava ongan møguleika at vinna seg í HM-endaspælið, sum verður í Russlandi í 2018, og kunnu byrja at fyrireika seg til EM-endaspælið í 2020.
Um bólk F, har Ongland, Skotland, Slovakia, Slovenia, Litava og Malta skulu kappast metir Alan Tyers, at Ongland fer at vinna bólkin, og Skotland fer at verða nummar tvey. Alan Tyers heldur ikki, at Ongland kundi ynskt sær eitt betri HM-lutakast, og hann spyr nær Ongland fer at hava eina torføra undankapping aftur.