Føroyar-Rumenia á FM1 frá klokkan 18.45

EM-undankappingardysturin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Rumenia byrjar klokkan 18.45

Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini í høllini á Hálsi í Havn.

 

Mótstøðuliðið er Rumenia, ið kappast við Eysturríki at enda nummar tvey í bólkinum aftanfyri Danmark. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 18.45.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo