Vit dálka Føroyar hvønn einasta dag
– Tíverri síggja vit burturkast allastaðni í náttúruni; í fjøruni, í haganum, millum hús og fram við vegunum. Hetta er ikki í lagi, tí tað dálkar umhvørvið og misprýðir okkara vakra land, sigur Sigrún Mohr, forkvinna í Rudda Føroyar.
Felagsskapurin hevur í átta ár arbeitt miðvíst við at skapa betri umhvørvisligt medvit og hava á hvørjum ári í september skipað fyri felags ruddingartiltøkum kring landið. Úrslitini hesi átta árini, síðan felagsskapurin var stovnaður, eru týðilig: Meir enn 100 tons av burturkasti eru tikin úr føroysku náttúruni. Seinnu árini er virksemið hjá felagsskapinum eisini vaksið, og skipað verður fyri fleiri árligum ruddingum, millum annað á útoyggj. Betri-samtakið hevur verið stuðlandi samstarvspartur hjá Rudda Føroyar, síðan átakið byrjaði í 2018. Nú hevur Betri-samtakið gjørt av at styrkja og formliga seta karmarnar um samstarvið.
Vaksandi áhugi
Áhugin fyri arbeiðinum at rudda er vaksandi. Bæði einstaklingar, skúlar, feløg og fyritøkur hava tikið væl undir við átakinum, og vanliga eru yvir 1.000 luttakarar við í árligu ruddingunum kring landið. Hetta vísir, at fólkið í Føroyum vil gera mun.
– Stuðulin ger, at Rudda Føroyar fær møguleika at menna arbeiðið víðari, styrkja átøkini og náa enn longur út til borgarar og fyritøkur. Málið er greitt: einar reinari Føroyar fyri okkum øll og komandi ættarlið, sigur Sigrún Mohr, forkvinna.
Rudda Føroyar heitir á bæði einstaklingar og fyritøkur um framhaldandi at taka lut í ruddingarátøkunum og vera við til at verja okkara náttúru.
##med2##











