Føroyar sum kongadømi

Tá Norðmenn í 1905 loystu frá Svøríki tóku teir sær ein danskan prins til kong. Hetta var helst tí, at danskir kongar i øldir eisini høvdu verið Norskir kongar.

Tá Norðmenn í 1905 loystu frá Svøríki tóku teir sær ein danskan prins til kong. Hetta var helst tí, at danskir kongar i øldir eisini høvdu verið Norskir kongar.

Á fundinum í útvarpshøllini mánadagin segði Óli Breckmann, at fólkaflokkurin vildi ikki hava eina sosialistiska republikk. Eg og óivað fleiri við mær stúra fyri eini republikk í heila tikið, kanska enntá Edmund Joensen verður forseti.

Fólkaítakið hjá Zacharis Wang góðtekur einki annað samband við Danmark uttan Margretu drotning.

Út frá hesum haldi eg at tað er so líka til at vit stovnseta kongaríkið Føroyar. At finna kongin er lætt, tað skal vera Joachim. At fáa Alexandru til drotning, hevði skapt okkum enn meira umtalu, enn fótbóltslandsliðið, og kanska kundu Danir sum eitt slag av heimanfylgju bæði strikað skuldina og kanska eisini í eitt áramál givið okkum studning.

Vit eru tá farin úr ríkisfelagsskapinum, gaman í, men ættarbondini til danska ríkið vera so sterk, at tað viðar upp ímóti tí, sum vit annars kunnu fáa burtur úr ríkisfelagsskapinum.

Tað er ikki so lítið sum hevur verið av tílíkum upp ígjøgnum tíðirnar.