Føroyar taptu 2-0

Kvinnulandsdysturin í Bosnia endaði 2-0 til heimaliðið

 

LIÐUGT

2-0

Lítla løtu undan leikloki royndi Heidi Sevdal seg við skoti, sum varð blokerað.

 

Ansy Sevdal sá sjey minuttir undan dystarloki gula kortið.

 

90) 2-0

Lív Arge kemur á vøllin í staðin fyri Olgu Kristinu Hansen.

 

85) 2-0

Føroyar hava framt tvær skiftingar: Eyðvør Klakstein er komin á vøllin í staðin fyri Rannvá B. Andreasen (76.), og Milja Simonsen fyri Íðunn Magnussen.

 

66) 2-0: Al. Spahić 66.

So hevur heimaliðið tvífaldað leiðsluna. Lítla løtu frammanundan hevði Heidi Sevdal risa møguleika at javna, men nú er 2-0!

 

60) 1-0

Framvegis tepur leiðsla til heimaliðið, sum hevur tamarhald á støðuni.

 

46) 1-0: Nikolić 46.

Eftir at Føroyar megnaðu at halda tætt í hitanum í 1. hálvleiki, so eydnaðist tað beinanvegin eftir steðginum Bosnia at fáa hol á!

 

 

45) 0-0

Tølini siga, at tað er Bosnia, sum er greitt omaná. Heimaliðið hevur higartil havt sjey royndir á málið hjá Randi Wardum og fimm við síðuna av málinum. Føroyar hava havt eina roynd við síðuna av málinum og onga á málið.

 

4. apríl var heimadysturin millum Føroyar og Bosnia, og tá endaði tað 1-1. Eyðvør Klakstein skoraði føroyska málið.

 

Føroyar: Randi Wardum – Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen, Fríðrún Danielsen – Ansy Sevdal, Oddrún Danielsen – Íðunn Magnussen, Olga Kristina Hansen, Rannvá B. Andreassen – Heidi Sevdal

Á beinkinum: Valgerð Andreasen, Ásla Johannesen, Arnborg Lervig, Lív Arge, Nina Davidsen, Milja Simonsen, Eyðvør Klakstein

Venjari: Jón Pauli Olsen