Føroyar vertir fyri EM-undankapping

Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum verða í mars og apríl mánaða komandi ár, skrivar FSF.fo

U17-landsliðið við gentum, sum fyri góðari viku síðani var til EM-undankapping í Albania - Mynd: Malena Josephsen

Nú er greitt, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum verða í mars og apríl mánaða komandi ár, skrivar FSF.fo.

 

Fyrrapartin fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælt verður í EM-undankappingunum fyri U17-landslið og U19-landslið við gentum, sum eru á skránni í heyst.

 

Føroyska U17-landsliðið kom í bólk B3, saman við Rumenia, Lettlandi og Georgia. Føroyar vera vertir fyri kappingini, sum verður spæld frá 17. til 23. mars.

 

Fyri U19-landsliðið við gentum háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B6, saman við Turkalandi, ið eisini verður vertur fyri kappingini, og Armenia. Kappingin verður spæld frá 3. til 6. apríl.

 

U17-landsliðið við gentum, sum fyri góðari viku síðani var til EM-undankapping í Albania - Mynd: Malena Josephsen