Føroyska talvlandsliðið hevur í dag vunnið á Uganda í talv OL, sum er í Tromsø. Úrslitið var 3-1. Helgi Dam Ziska á fyrsta borði og John Rødgaard á øðrum borði vunnu skjótt Føroyar framum 2-0. John Arni Nilssen á fjórða borði tapti, og so var tað avgerandi fyri úrslitið, hvussu tað gekst yngsta manninum á føroyska liðnum, Høgna Egilstoft Nielsen, sum á triðja borði stríddist við svarta fólkinum.
Talan var um drúgvt og tætt endaspæl, har Høgni Egilstoft Nielsen at enda hevði frúgv, bisp og fýra finnur, meðan mótstøðumaðurin hevði frúgv og fimm finnur. Stútt og støðugt kroysti Høgni mótstøðumannin. Tá ið tað at enda var neyðugt hjá honum at renna undan við klossuta konginum bar einki til. Í vónleysari støðu legði hann kongin. Høgni vann, og harvið vunnu Føroyar dystin 3-1.
Samantalda úrslitið eftir tríggjar dystir er, at Føroyar hava vunnið tveir dystir og tapt ein. Dystarstigini eru 4 av 6 og borðstigini 7 av 12 stigum.