Føroyar vunnu 3-1 á Jersey

Merkisvert var tað, at Helgi Dam Ziska tapti seinna talvið í dag

Hjá Føroyum royndist dagurin væl í Small Nations talvkappingini í Monaco. Eftir 3 ½ - ½ stórsigur á Lichtinstein í tí fyrra av dagsins umførum, vunnu Føroyar í kvøld 3-1 á Jersey.

John Arni Nilssen á øðrum borði við hvíta fólkinum, Olaf Berg á triðja borði við svarta fólkinum og Høgni Egilstoft Nielsen á fjórða borði við hvítum vunnu síni talv.

Stinnasti føroyski telvarin av øllum er Helgi Dam Ziska. Tað er eingin ivi um. Styrkistalið sigur tað, og tí eigur Helgi fyrsta borðið. Men í dag gekk tað ikki so væl, tí Helgi tapti. Hetta er fyrsta talvið yvirhøvur, at Jersey hevur vunnið higartil í kappingini.

Í morgin skulu Føroyar í 5. umfari telva ímóti vertunum í Monaco. Talan verður um toppuppgerð, tí Føroyar og Monaco eru eftir fýra umfør á odda við 13 stigum. Andorra hevur 11 stig, Luksemburg og Kypros hava 10 stig, Malta hevur 8 ½ stig, Lichtinstein 7 ½ stig, Gurnsey og San Marino 2 ½ stig, og Jersey er aftast við 2 stigum.