Føroyar vunnu 3-1 á Puerto Rico

Føroyar vunnu 3-1 á Puerto Rico á talvolympiaduni í India í dag. 

 

Føroysku telvararnir fyri dystin móti Puerto Rico sunnumorgunin. F.v.: Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft.

Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar vinna á Puerto Rico í talvi. Dysturin var hin áttandi landanna millum síðani hin fyrsta í 1974. Vit hava tapt fýra ferðir, tríggjar ferðir er tað endað javnt, men í dag bragdaði endiliga.

 

16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol fekk eina dreymabyrjan í OL. Honum eydnaðist at lokka mótstøðumannin í eina heimafyrireiking, og tá var lagamanni. Luitjen syfti sín mann sum ein vøtt, og legði Føroyar á odda 1-0 eftir lutfalsliga stutt talv.

 

Løtu seinni økti Helgi til 2-0. Hann vann eins leikandi lætt og sannførandi sum Luitjen. Hann snøgt sagt vant úr sínum manni við svarta fólkinum, og sigraði í einum knúsandi álopi. So var 2-0.

 

Á hinum borðunum var minni hóvasták, tó at telvað var leingi. Hvørki Høgni ella Rógvi fingu veruligt flog yvir sítt spæl í dag. Høgni  var ikki mentur við hvíta fólkinum at seta mótstøðumannin undir veruligt trýst, men í sjálvum 40. leiki hevði hann brádliga kjansin, men varnaðist tað ikki, og so fjaraði alt av til eitt friðarligt remis. 

 

Rógvi sat við longsta talvinum. Hann kom at standa heldur kroystur frá byrjan við svarta fólkinum, og fekk ikki gongd á. Sum frá leið var líkt til, at mótstøðumaðurin hevði munin, men Rógva eydnaðist kortini at javna og bjarga sær remis. Tíverri vóru tekniskir trupulleikar við sambandinum til borð 3, og tí sást ikki alt talvið.

 

3-1 er hóskandi úrslit eftir styrkitølunum og styrkismetingini.

 

Føroyar hava higartil vunnið tveir dystir og tapt ein, og eru í løtuni nummar 87 í røðini av teimum 188 liðunum í almennu OL-kappingini. 

 

##med2##

 

Kroatia næst

 

Tað verður aftur sera sterk mótstøða í fjórða umfari í morgin mánadagin. 

 

Føroyar møta Kroatia, sum er styrkismett nummar 17. Allir á liðnum eru stórmeistarar, miðalstyrkitalið er 2611. Roknast kann við eins harðari mótstøðu sum móti Usbekistan leygardagin. Kroatia er avleggari av sterka jugoslaviska talvskúlanum, og tað borgar sum kunnugt fyri góðsku. 

 

Føroyar hava ikki møtt Kroatia í talv-OL, men ein dystur hevur kortini verið landanna millum. Hann var í stóru EM-stevnuni í Reykjavík í 2015, og tá var úrslitið 3-1 til Kroatia - og tað var hildið at vera óført úrslit hjá Føroyum. John Rødgaard og Rógvi Egilstoft greiddu báðir remis ta ferðina móti sterkum stórmeistarum á ávikavist 2.- og 4. borði.

 

Í kvøld var ikki greitt, hvussu Føroyar manna seg til dystin móti Kroatia.

 

##med3##

 

Magnus er kongurin

 

Sum skilst herjar rættur talvfepur í Chennai í hesum døgum. India er vorðið eitt av stórveldunum í talvi, og áhugin er ovurstórur. India hevur ikki færri enn seks lið í kappingini; trý í almennu kappingini (manskappingini), og trý í kvinnukappingini. Í India eru fleiri enn 70 stórmeistarar, flest allir hava røtur í Tamil Nadu-landslutinum, hvørs høvuðsstaður er Chennai.

 

Indisku telvararnir hava hetjustøðu, og verða dyrkaðir sum poppstjørnur. Men tað eru ikki bara teir indisku telvararnir, sum merkja stóra gravgangin millum fjepparar at hitta telvararnar, og tað er ikki frítt, at sjálvt føroysku telvararnir eisini mugu skriva autografar, og lata seg avmynda saman við indiskum talvfjepparum. Tað er tó lítið fyri at rokna fyri alt rummalareiggið, sum er um norska heimsmeistaran Magnus Carlsen. Hann flokkast tey um, tá ið hann sæst nærkast leikhøllini. Hann vann sum kunnugt HM-finaluna blaðungur í 2013 í sjálvum Chennai í dysti móti indiska stórtelvaranum Vishy Anand.

 

Magnus Carlsen hevur nýliga boðað frá, at hann fer ikki at verja HM-heitið komandi ár móti russiska avbjóðaranum Ian Nepomniachti, sum hann vann í stórum stíli á í seinasta HM-finaludystinum. Norðmaðurin sigur, at honum leiðist við klassiska HM-finaluformin, og vil heldur telva aðrar kappingar. Hann verður tí tann fyrsti, sum sjálvboðin letur HM-krúnuna frá sær í talvi - Bobby Fischer tó undantikin.

 

Men tó at hann hevur abdiserað, so telvar Magnus Carlsen í hesum døgum við norska landsliðnum á olympiaduni í Chennai. Og hansara hjávera á 1. borði ber í sær, at Norra nú verður roknað millum liðini, sum kann fara at gera seg galdandi í toppinum.

 

 

 

Føroysku telvararnir fyri dystin móti Puerto Rico sunnumorgunin. F.v.: Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft.

Øll eygu eru vend móti Magnus Carlsen. Hann sæst her avmyndaður fyri sín fyrsta dyst fyri Noreg í Chennai. Dysturin var móti Uruguay. Magnus vann í stórum stíli eitt torført endatalv móti tí sterka Georg Meier, sum nú er lopin av týska landsliðnum til heldur at umboða Uruguay, hagan hann tó hevur ættarbond