Føroyar vunnu á Sýria

Yngsti maður á liðnum, Høgni E. Nielsen, var enn eina ferð millum teir, sum vunnu

Eftir vónbrotið í gjár, tá ið tað endaði við teprum tapi ímóti Nicaragua, vunnu Føroyar aftur í dag í OL í talvi í Tromsø. Í dag varð sigurin vunnin ímóti Sýria. Úrslitið var 3-1, og tað ber við sær, at Føroyar eftir fimm umfør hava seks dystarstig og 11 ½ dystarstig. Í dystarstigum er úttøkan 60 prosent, og í borðstigum er hon 57,5 prosent.

Í dag hvíldi Helgi Dam Ziska, sum annars hevur verið fastur og tryggur maður á fyrsta borði. John Rødgaard sat í dag á fyrsta borði, og hann tapti. Hinir telvararnir vunnu allir – Olaf Berg, Høgni Egilstoft Nielsen og John Arni Nilssen, sum ognaði sær fyrsta stigið í hesi kappingini.

Yngsti maður á liðnum er føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, sum fyri fyrstu ferð luttekur í OL.

Tølini siga, at hann hevur staðið seg væl. Hann hevur verið við í øllum fimm umførunum, hann hevur vunnið trý talv tapt eitt og eina ferð hevur hann telvað remis.