Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og Áki Egilsnes fáa saman við liðfeløgunum í KA á Akureyri møguleikan at kappast í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Tað gjørdist veruleiki tá KA á heimavølli á Akureyri ígjárakvøldi vann ein sera spennandi dyst móti FH við bert einum máli. KA vann dystin 30-29.
Í steðginum var FH á odda 13-12, og tíðliga í seinna hálvleiki var FH á odda 19-16, men tá megnaði KA at toga seg framum 21-20, og leikaði tað javnt heilt til endan.
Allan Norðberg skoraði fýra mál fyri KA, og Nicholas Satchwell hevði 12 bjargingar í dystinum.
KA hevur 24 stig, og hava teir seks stig niður til níggjunda plássið, har hitt føroyingaliðið, Fram hevur 18 stig.
Tað sær svart út hjá Vilhelmi Poulsen, Rógva Dal-Christiansen og liðfeløgunum í Fram at vinna seg millum átta tey ovastu liðini. Fram hevur fýra stig upp til áttanda plássið nú bert tveir dystir eru eftir at leika í grundspælinum.
2. hvítusunnudag tekur Fram ímóti Gróttu, og sama dag spælir KA á útivølli móti Vali í Reykjavík.
Støðan:
Lið: | Dystir |
Mál | Stig |
Haukar | 20 | 596:482 | 35 |
FH | 20 | 590:556 | 26 |
Selfoss | 20 | 526:504 | 24 |
KA | 20 | 541:521 | 24 |
Stjarnan | 20 | 576:552 | 23 |
ÍBV | 20 | 586:560 | 23 |
Valur | 20 | 580:540 | 23 |
Afturelding | 20 | 537:541 |
22 ---------------------------------------------------------------------------------------------------------------- |
Fram | 20 | 528:525 | 18 |
Grótta | 20 | 513:536 | 14 |
Þór Ak. | 20 | 446:555 | 8 |
ÍR | 20 | 470:617 | 0 |