Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni, og hann var skiftur út við Pætur J. Petersen í 84. minutti í 2-1 heimasigrinum hjá KA á Stjørnuni á Greifavøllinum á Akureyri í dag.
Elfar Árni Aðalsteinsson legði KA á odda tá eitt korter var farið av dystinum. Stutt undan steðginum javnaði Stjarnan.
Stjarnan fekk ein gyltan møguleika at leggja seg á odda í 77. minutti. Sveinn Margeir Hauksson hjá KA fekk reytt kort, og Stjarnan fekk brotsspark. Lukkutíð fyri KA sendi Emil Atlason brotssparkið á tvørstongini.
Tá klokkan vísti 90 minuttir gjørdist Ásgeir Sigurgeirsson stóra hetjan hjá KA, tá hann meddaði bóltin í netið til 2-1.
KA er nummar sjey í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 25 stigum. Trý stig eru upp til sætta plássið, ið gevur rætt at kappast í ovara endaspælinum. Har liggur KR við 28 stigum. Í endaspølunum leikar hvørt liðið fimm dystir. Liðini fáa stigini við sær frá 22 teimum fyrstu umførunum.
Komandi mikukvøld spælir KA móti FH á útivølli.