Føroyingaliðið á Akureyri vann fyrra Europa Cup dystin

KA vann fyrra dystin móti Aon Fivers úr Eysturríki

Føroysku landsliðsleikararnir, Allan Norðberg og Nicholas Satchwell eru í hesum døgum við liði sínum, KA í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien fyri at spæla tveir dystir í Europa Cup kappingini.

 

Í kvøld eydnaðist tað KA at vinna fyrra dystin móti Aon Fivers 30-29. Aon Fivers var á odda 15-12 í steðginum.

 

Aon Fivers var á odda 19-16 tíðliga í seinna hálvleiki. Tá eydnðast tað KA at skora fýra mál á rað, og leggja seg á odda 20-19. Eftir tað fylgdust liðini. Aon Fivers minkaði um munin til 29-30 tá 70 sekund vóru eftir at leika. Tað eydnaðist tó KA at knógva sigurin heim, ið tekniskt var leiktur á útivølli.

 

Allan Norðberg skoraði fýra mál fyri KA í kvøld. Nicholas Satchwell bjargaði 6 av 30 málroyndum tá hann vardi málið hjá KA.

 

Klokkan 17.15 í morgin spæla liðini aftur í Wien í tí, ið tekniskt er heimadysturin hjá KA í samlaðu uppgerðini.