Føroyingaliðið FIF tapti á útivølli

FIF er bert trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna

Leivur Mortensen, Janus Dam Djurhuus, Bogi Hansen og liðfelagarnir í FIF spældu í dag dyst á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Dysturin var ímóti HC Midtjyllandi.

 

FIF var á odda 18-16 í steðginum, men teir haltaðu aftaná í seinna hálvleiki. Tað endaði við 37-32 sigri til HC Midtjylland.

 

Leivur var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá FIF. Bogi skoraði tvey mál.

 

FIF er nummar níggju í deildini við 14 stigum. Teir eru í løtuni trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Klokkan 15 byrjar oddadysturin í Aarhus millum liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus og oddaliðið, HØJ sum er liðið hjá Paula Jacobsen.