Føroyingaliðið Haukar breyt óndu ringrásina

Annika Fríðheim Petersen, Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum vunnu loksins aftur aftaná trý tap á rað

Mynd: Haukar

Mynd: Haukar

Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Anniku Fríðheim Petersen og Natasju Hammer í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Haukar hevur verið í tungum sjógvi seinastu umførini við trimum tapum í dag.

 

Men í dag eydnaðist Haukum at vinna aftur. 

 

Haukar vunnu greiðan 32-23 sigur á Stjørnuni á útivølli. Í steðginum var støðan 15-9 til Haukar.

 

Natasja Hammer skoraði tíverri einki mál í dag. 

 

Týskvøldið spæla Haukar á útivølli móti HK í Kópavogi.

 

Nr LiðDystirVJTStig
1 Valur760112
2 Fram751111
3 KA/Þór751111
4 Haukar73137
5 HK73137
6 Stjarnan72054
7 ÍBV72054
8 Afturelding70070

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Haukar

Mynd: Haukar