Føroyingaliðið í Stavanger tapti annan kvalifikasjónsdystin

Viking Stavanger má spæla ein triðja dyst móti Nøtterøy um rættin at kappast í bestu hondbóltsdeildini komandi ár

Kjartan Johansen skoraði trý mál, Helgi H. Hoydal skoraði tvey mál og Jónas G. Djurhuus skoraði eitt mál tá lið teirra, Viking Stavanger tapti greitt 25-31 fyri Nøtterøy í øðrum kvalifikasjónsdystinum um rættin at spæla í bestu norsku hondbóltsdeildini komandi ár. Fyrsta dystin farna mikukvøld vann Viking Stavanger 24-23.

 

Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at tað gekk reint galið hjá Viking Stavanger. Í steðginum var Nøtterøy á odda heili 18-8. Stavanger Aftenblad skrivar, at tað tyktist sum um, at Viking ikki tók dystin í álvara í fyrra hálvleiki. Nakað var bøtt um hetta í seinna hálvleiki, ið var vunnin 17-13.

 

Viking Stavanger fær tó ein triðja møguleika á heimavølli, og vinna rogalendingarnir tann dystin er tilveran í bestu hondbóltsdeildini komandi ár tryggjað. Tann dysturin verður leiktur í komandi viku.

 

Talan hevur verið um eitt lorta hondbóltsár fyri allar hondbóltsspælarar í Noregi. Kvalifikasjónsdystirnir Viking Stavanger spælir nú eru fyrstu dystirnir liðið spælir í fleiri mánaðir. Kappingin hevur sum so mangt annað verið rakt av korona-stongsli.