Njarðvík var fyri greiðum tapi

Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu og Martini Klein Joensen mátti lúta í Lengjubikarunum

Í kvøld spældu Kaj Leo í Bartalsstovu, Martin Klein Joensen og liðfelagarnir dyst í Lengjubikarunum móti Fjölnum. Kaj Leo og Martin byrjaðu báðir dystin fyri Njarðvík. 

 

Fjölnir vann ein greiðan 3-0 sigur. Tey trý málini hjá Fjölnum vóru skotin innanfyri seks minuttir.

 

Njarðvík - Fjölnir 0-3 (0-2)

0-1 Máni Austmann Hilmarsson ('45)

0-2 Óliver Dagur Thorlacius ('45+1)

0-3 Kristófer Dagur Arnarsson ('51)

 

Njarðvík er næstaftast í bólki 3 við bert einum stigi fyri fýra dystir. Þór Akureyri er fremst í bólki 3 við níggju stigum fyri tríggjar dystir. KR hevur eisini níggju stig fyri tríggjar dystir, men verri málmun enn Þór. 

 

Týskvøldið klokkan 19 spælir Njarðvík móti Stjörnuni. Tað verður seinasti dysturin hjá Njarðvík í Lengjubikarnum á hesum sinni.