Føroyingaliðini vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í steypakappingini

Tað gjørdist eitt gott steypavikuskiftið hjá føroyingaliðunum í íslendskum hondbólti

Liðini hjá Allani Norðberg, Valur og Dánjali Ragnarssyni, ÍBV hava bæði vunnið seg í fjórðingsfinalurnar í íslendsku steypakappingini. 

 

Ígjár vunnu Allan og liðfelagarnir í Vali stórsigur 41-19 á eykaliðnum hjá ÍBV úti í Heimey. Í steðginum var Valur á odda 22-8.

 

Allan skoraði sjey mál.

 

Í dag vunnu Dánjal og liðfelagarnir á fremsta liðnum hjá ÍBV 32-28 á Fram úti í Heimey aftaná eitt framúr gott avrik í seinna hálvleiki.

 

Í steðginum var Fram á odda 18-15, men seinna hálvleik vann ÍBV 17-10, og harvið dystin 32-28. 

 

Dánjal er smáskaddur í økslini og tí komu ikki nógv skot frá honum í dag.

 

Spennandi verður tá drigið verður til fjórðingsfinalurnar um Valur og ÍBV um vit fáa eina føroyingauppgerð í fjórðingsfinalunum.