Føroyingar hava mist hugin til at lata seg koppseta

Hóast myndugleikarnir hava staðiliga mælt fólkið til at lata seg prika, er tað bara nøkur fá, sum lurta eftir

Tað gongur illa hjá heilsumyndugleikunum at fáa føroyingar at koppseta seg. Seinasta heyst mæltu myndugleikarnir staðiliga til, at allir føroyingar yvir 50 lótu seg koppseta fyri koronu fyri at styrkja mótstøðuførið og samstundis varð mælt til at øll yvir 65 ár lótu seg koppseta fyri influensu. Harafturat varð mælt til, at eisini yngri fólk, sum frammanundan vóru sjúk, og sostatt illa tola at verða sjúk, lótu seg koppseta.

 

Tað eru ein stóran mun børn, sum breiða smittu runt í samfelagnum og tí varð eisini mælt til, at børn ímillum tvey og seks ár vórðu koppsett við nasaspray fyri influensu.

 

Men nú nakrir mánaðir eru gingnir, má staðfesast, at á hesum øki lurta fólk ikki eftir myndugleikunum. Tað eru eini 20.000 fólk yvir 50 ár, og sum sostatt áttu at latið seg koppsett fyri koronu. Men higartil er tað ikki meiri enn ein triðingur, sum hevur gjørt tað, vísa hagtøl yvir koppsetingar.

 

Til samanberingar kann nevnast, at í Danmark eru yvir 75 prosent av teimum sum eru yvir 50 ár, koppsett fyri koronu í heyst.

 

Samstundis eru eini 9.500 fólk yvir 65 ár og tey áttu at latið seg koppsett fyri influensu, men tað er ikki meiri enn helvtin, sum hevur tikið av tilboðnum. Og tað eru eingi børn yvirhøvur, sum eru koppsett.

 

Samstundis hava rættiliga nógv eldri fólk verið innløgd á sjúkrahús við koronu og influensu. Tað hava verið so nógv, at tey hava ligið úti í ganginum, tí allar stovurnar eru fullar.

 

Tummas í Garði, varastjóri í sjúkrahúsverkinum, sigur, at hetta hevur sett starvsfólkini undir stórt trýst, men tað hevur kortini verið tamarhald á støðuni. Hann sigur, at hetta hevur ikki ført til, at bíðilistarnir eru longdir, tí hesir sjúklingarnir hava ligið á medisinsku deild og tað hevur ikki ávirkað virksemið á skurðdeildini.