Føroyingar í hylin í Herning

Ikki færri enn sjey føroyingar skulu svimja EM í stuttgeil í dag

EM í stuttgeil er í Herning í Danmark í hesum døgum. Kappingin byrjar í dag og heldur fram til og við 15. desember.


Føroyar hava seks umboð í Danmark hesar dagarnar, umframt Magnus Jákupsson, sum svimur undir donskum flaggi. Birita Debess og Magnus Jákupsson hava longu verið í hylinum í morgun, men tíðin hjá hvørgum teirra rakk til eitt finalupláss.


Klokkan 9.46 fara fýra aðrir føroyingar í hylin. Teir eru Eyðbjørn Joensen í riðli 1 geil 5, Óli Mortensen í riðli 2 geil 0, Alvi Hjelm í riðli 2 geil 8 og Pál Joensen í riðli 7 geil 2, sum svimja í 400 metrar frí.