Føroyingar rendir um koll í Turkalandi

Eftir meiri enn góðkendan fyrra hálvleik vórðu Føroyar niðurspældar í seinna hálvleiki í fyrsta dystinum í nýggju kappingini

Hóast hann fýra ferðir var í netinum eftir bóltinum, so var málverjin Gunnar Nielsen í kvøld eyðsýndur í Istanbul

Føroyar hava í kvøld spælt fyrsta dystin í nýggju Nations League kappingini. Mótstøðuliðið var Turkaland í Istanbul, og tað endaði við 4-0 tapi eftir 1-0 í fyrra hálvleiki.

 

Soleiðis sum tað tørnaði út eftir steðgin er 4-0 væl sloppið. Føroyska liðið var frá fyrsta bríksli og allan fyrra hálvleik væl skipað í verjupartinum, og áðrenn heimaliðið átta minuttir undan steðginum setti hol á, vóru tað so at siga ongar vandamiklar støður í føroyska brotsteiginum.

 

Málið var óheppið. Bólturin varð stungin fram eftir miðásinum, har álopsspælarin rann frá føroysku verjuni. Gunnar Nielsen var uttanfyri brotsteigin, tá ið hann við fínari beinparadu bjargaði, men ólukkutíð stakk bólturin út til Cengiz Ünder úr Olympique de Marseille Frakland, sum eitt sindur úr høgru lyfti bóltin í tóma málið og so var 1-0.

 

Fyrsta hálva tíman vóru føroyingar ikki undir trýsti, og í løtum gekk tað fyri seg á turkisku hálvuni.

 

Eftir steðgin var Turkaland í nýggjari útgávu. Leikferðin var væl hægri, enn hon hevði verið, teir skoraðu mál beinanvegin, tá ið teir sektaðu kiks í føroyska uppspælinum, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at vera.

 

Heimamenninir vóru alla tíðina yvir føroyingunum, sum ikki megnaðu meiri enn tvær og kanska onkra ferðina tríggjar sendingar. Síðstu lítlu løtuna fóru tvey mál aftrat ígjøgnum, og bólturin var eisini aðrar ferðir í netinum, og so bjargaði føroyski málverjin Gunnar Nielsen fleiri ferðir ógvuliga væl.

 

Týskvøldið verður Luksemburg gestur á Tórsvølli.

 

 

 

Turkaland – Føroyar 4-0 (1-0)

 

Leygardagin 4. juni 2022 kl. 21.45

 

Á Nations League á Başakşehir Fatih Terim Stadion í Istanbul

 

1-0: Cengiz Ünder 37.

 

2-0: Halil Dervişoğlu 47.

 

3-0: Serdar Dursun 82.

 

4-0: Merih Demiral 85.

 

Dómarakvartett úr Malta: Trustin Farrugia Cann, Luke Portelli, Edward Spiteri og Matthew De Gabriele (4. dómari)

 

Turkaland: Uğurcan Çakir, Trabzonspor AS – Mert Müldür, US Sassuolo Calcio Italia, Merih Demiral, Atalanta BC Italia, Çağlar Söyüncü, Leicester City England, Ferdi Kadioğlu, Fenerbahce AS – Cengiz Ünder, Olympique de Marseille Frakland, Dorukhan Toköz, Trabzonspor AS, Hakan Çalhanoğlu, FC Inter Milano Italia, Karem Aktürkoği, Galatasaray AS – Halil Dervişoğlu, Galatasaray AS, Enes Ünal, Getafe CF Italia

 

Venjari: Stefan Kuntz

 

Føroyar: Gunnar Nielsen, FH Ísland – René Shaki Joensen, KÍ, Odmar Færø, KÍ, Hørður H. Askham, HB, Viljormur Davidsen, Helsingborg Svøríki – Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub Noreg (Hannes Agnarsson, HIK Danmark, 53.), Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Gunnar Vatnhamar, Víkingur (Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren Belgia, 86.), Hallur Hansson, liðformaður, Valur Ísland (Mads Bo Mikkelsen, KÍ, 86.), Ári Mohr Jónsson, HB (Jákup B. Andreasen, KÍ, 53.) – Patrik Johannesen, Keflavík Ísland (Klæmint A. Olsen, NSÍ, 53.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, EB/Streymur, Mattias H. Lamhauge, B36, Daniel Johansen, HB, Sonni Ragnar Nattestad, B36, Jóannes Bjartalíð, KÍ, Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Noreg, Heini Vatnsdal, KÍ

 

Gult kort: Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze

 

Hóast hann fýra ferðir var í netinum eftir bóltinum, so var málverjin Gunnar Nielsen í kvøld eyðsýndur í Istanbul