Føroyingar roykja mest

Í nýggju ársuppgerðini hjá Norðurlandaráðnum, er greitt, at føroyingar roykja væl meiri enn sínir norðurlendsku grannar

Norðurlandaráðið sendi í dag út tíðindaskriv við hagtalsársbókini fyri norðurlond í 2014.

 

Hagtalsársbókin hjá Norðurlandaráðnum hýsir sambærligum hagtølum fyri Finland, Svøríki, Danmark, Grønland, Noreg, Áland og Føroyar.

 

Millum annað kom fram, at ógvuliga nógvir norðurlendingar eru stakir. 1. januar 2014 vórðu tað 57% av øllum norðurlendingum, sum vóru stakir, í mun til einans 39% í 1960unum.

 

Eisini kom fram, at føroyingar eru teir norðurlendingarnir, ið roykja mest. Bæði føroysku kvinnurnar og menninir liggja ovast á á listanum yvir flestu dagligu roykjararnir í norðurlondum, ávikavist 28% og 27%.

 

Lutfalsliga stór frástøða er eisini til tey næstmestroykjandi úr Finlandi. Har eru tað 18 % av kvinnunum og 21 % av monnunum, sum dagliga festa sær í sigarettina. Danir eru at finna á einum triðja plássi, har 17% av bæði kvinnunum og monnunum roykja dagliga.

 

Tað verður eisini víst á, at tað bert er í Svøríki og Føroyum, at kvinnurnar roykja meira enn menninir.

 

Eitt fullfíggjað yvirlit yvir norðurlendsku hagtølini kunnu síggjast her