Verður tað ein ordiligur sekkur, ella verður talan um tepurt tap, sum ungu føroysku spælararnir fara at leggja rygg til. Tað var spurningurin undan dystarbyrjan klokkan 17.30, tá ið U-21 landsliðið stóð andlit til andlit við fronsku heimsstjørnurnar.
Nú er spurningurin svaraður, og svarið er, at tað endaði hvørki við stórtapi ella teprum tapi. Bulgarski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í oysandi regninum á ovara vølli í Gundadali, og máltalvan vísir 1-1.
Talan er um eitt av glæsiligastu úrslitunum nakrantíð fyri føroyskan fótbólt. Tá ið havt verður í huga, at fraklendingarnir umboða størstu feløgini í heimlandinum og eisini stór feløg í Onglandi og Real Madrid, so er hetta so ógvuliga stórt, at tað eru ikki orð fyri tí.
Inntil 10 minuttir eftir steðgin bendi alt á, at tað gekk tann vegin, sum tað varð roknað við. Tá var tað, at føroyingar svaraðu aftur, eftir at fraklendingar longu í 8. minutti settu hol á. Tað var Amine Gouiri, sum skoraði, og so spøkti úrslitið fyri fýra árum síðani, tá ið nógvir av teimum, sum vóru á vøllinum í kvøld, dystaðust, og Frakland vann 7-0.
Regnið oysti niður, og hóast fraklendingar vóru nógv á bóltinum, so var talan ikki um so nógvar heilt upplagdar møguleikar.
Tíggju minuttir eftir steðgin var stóra og gylta føroyska løtan. Føroyar javnaðu, og Steffan Løkin úr B68 var málskjútti eftir stórt mistak í verjuni.
Sum seinni hálvleikur leið, vóru fraklendingarnir alt meiri stressaðir og frustreraðir, meðan okkara menn vuksu við uppgávuni. Teir hildu høvdið kalt, teir stóðu rætt í verjustøðu, og teir vóru nakrar ferðir um reppið at koma í góða støðu í snarálopum.
Fraklendingar vóru ofta gestir í føroyska brotsteiginum, og teir stútaðu og skutu, men tað var sjáldan, at teir raktu innanfyri málkarmin, og tá ið teir raktu málið, so bjargaði Bárður á Reynatrøð.
Tað ber ikki til at tosa um ein dagsins spælara, tí talan var um liðavrik av teimum heilt stóru.
Børge Petersen og Áki Johannesen, sum var við upp á avboð, vóru øgiligir í miðverjuni, og á vongverjunum stóðu Sjúrður Pauli Nielsen og Pætur Turiðarson Skipanes einki aftanfyri. Í fremstu røð arbeiddi Steffan Løkin sum ein hestur, væl stuðlaður av navnanum og liðformanninum Stefan Radosavljevic, og so var tað miðvøllurin, ið legði alt fyri, sum teir høvdu í sær – og eitt sindur aftrat. Símun Sólheim í høgru, Áki D. Damuelsen í vinstru og sentralt Andrass Johansen og Noah Mneney, sum átta minuttir undan steðginum sá gula kortið og varð skiftur út í 63. minutti. Tá var vandin stórur fyri, at hann fór at síggja gula kortið aftur, og so høvdu Føroyar verið undirmannaðar.
Heini Sørensen varð skiftur inn, og í síðstu sekundunum vórðu tríggir aftrat skiftir inn og kunnu nú saman við øllum hinum – ikki minst teimum á beinkinum – fegnast um hesa heimssensatiónina.
Heiðurin fer ikki minst til venjaran Sámal Erik Hentze, sum enn einaferð hevur prógvað, at hann hevur serlig evni í altjóða dystum, og til hjálparvenjaran Atla Gregersen, sum við sínum royndum í altjóða fótbólti altíð er stórur íblásari.
Veldugt Føroyar, føroyingar og føroyska liðið, sum framvegis eru á vøllinum og saman við áskoðarunum fegnast í øllum regninum og vindinum.
Millióndreingirnir úr Fraklandi smoygdu seg beinanvegin undir tak. Teir eru vónbrotnir, og teir vita, at teir verða avhølvaðir í fronsku pressuni. Tað er teirra søk.
Vit stórfegnast um, at føroyskur fótbóltur aftur í kvøld er settur á heimskortið.