Sæð við føroyskum brillum gjørdist tað ein tristur dagur í týsku bundesliguni í dag.
Bæði Füchse Berlin og THW Kiel vunnu sínar dystir í dag, men tað var uttan nakran leiklut til Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Füchse Berlin skal tó longu týsdagin spæla dyst í EHF European League móti franska liðnum, Chambery Savoie, og tá fær Hákun vónandi aftur møguleikan.
THW Kiel tekur móti PSG í Champions League hóskvøldið. Í umvenda dystinum í París var Elias kosin at vera tann besti leikarin. So er at vóna, at Elias fær ein leiklut í dystinum.
Í dag vann Füchse Berlin á heimavølli 37-31 á Hamburg. Í steðginum var Hamburg á odda 18-16. Hálvi tvøramaðurin, Hans Lindberg var í hopla og skoraði heili 10 mál.
Kiel vann á útivølli 36-31 á Stuttgart. Í steðginum var Stuttgart á odda 17-16.
Füchse Berlin er fremst í deildini saman við Magdeburg. Bæði liðini hava 23 stig. Kiel er á einum fimta plássi við 18 stigum.