Ein 35 ára gamal føroyingur er dømdur at sita í fongsli í 12 ár, fyri at hava dripið konu sína
Dómurin fall í morgun, skrivar Ekstrablaðið.
Les eisini: Føroyingur tikin fyri morð í Keypmannahavn
Tað var fyrst januar í ár, at hann hann stakk konu sína so illa við knívi, at hon doyði av løstinum.
Tey høvdu gingið saman fyrr, og síðsta vár hittust tey aftur, og giftust. Men tey samdust ikki væl, og fóru frá hvørjum øðrum longu aftur í heyst, men funnu kortini saman aftur á jólum.
Tá ið hann hevði stungið hana, ringdi hann sjálvur til løgregluna og boðaði frá. Og í morgun varð hann so dømdur at sita í 12 ár, og hann tók við dóminum, sigur Ekstrablaðið.