Føroyingur vunnið bronsu í altjóða kapping

Martin Johannesen úr Klaksvík hevur um vikuskifti vunnið bronsu í 60m RaceRunning

Klaksvíkingurin Martin Johannesen hevur um vikuskifti luttikið í altjóða kapping í RaceRunning í Danmark.

 

Martin Johannesen hevur greitt Norðlýsinum frá hvat RaceRunning er.

- RaceRunning er ítróttur á trýhjóladari súkklu, sum ikki hevur pedalir. T.v.s. at tú mást brúka beinini fyri at koma nakran veg. Hetta er mátin hjá nógvum spastikarum at renna uppá, og tað fyrigongur á rennibreyt akkurát sum við vanligari renning, sigur Martin Johannesen við Norðlýsið.

 

Martin Johannesen hevur kappast á bæði 60 metrum og 100 metrum. Luttakararnir eru flokkaðir eftir, hvussu stórt brek teirra er, og Martin kappast í bólki RR2.

 

Fríggjadagin var 100m kappingin á skránni. Tað gekk ikki heilt eftir vild, sigur Martin Johannesen við Norðlýsið. Hann megnaði eitt triðja pláss í innleiðandi umfarinum, men var als ikki nøgdur við tíðina, sum var 34,67 sekund.

 

- Eg hevði uml. 00.33 í fjør við skaða, og hesaferð var eg skaðafríður. Eg kláraði c.a. 00.29 til venjingina í Føroyum, so hetta var eitt bakkast. Tó skal sigast at væl av mótvindi var, men eg eri ikki heilt nøgdur. Men eg kempaði alt tað eg átti í mær.

 

Leygardagin var 60m kappingin á skránni og har gekst betur. Martin Johannesen kom á mál sum nummar trý og vann tískil bronsuheiðursmerki. Eisini setti han føroyskt met við tíðini 18,88 sekund.

- Í fjør hevði eg tíðina 00.19,26 so har er væl av framgongd. Eg kann lova tykkum fyri, at tá eg kom um málstrikuna fór eg at rópa og brøla ''YESSS!!!!!!!'', sum hevði eg vunnið HM í RaceRunning, og gjørdi tað í meira enn 15 minuttir eftir at eg var komin á mál. Ein persónligur sigur fyri meg, har eg enn einaferð gav alt eg átti og meir afturat. Skuffilsi og øðin frá 100 m teininum í gjár, har tað miseydnaðist, bleiv í dag vent til ótrúliga gleði og ''jubilbrøl'', segði hann við Norðlýsið í gjár.

 

Við í ferðalagnum var Hans Eiler Hammer sum venjari/hjálparfólk. Magnus Pauli Glerfoss hevur staðið fyri venjingini í Føroyum, men hann kundi ikki koma við til kappingina og tí kom Hans Eiler, sum eisini er mammubeiggi Martin, í hansara stað.

 

Martin leggur afturat, at at stuðulin hevur sera nógv at siga.

- Eg ynski annars at takka fyri allan tann stuðul eg havi fingið heimanífrá, og eisini tann góða stuðul eg longu nú havi fingið aftaná at tað ikki gekk sum eg ætlaði. Tað fløvar, og gevur mær mót til at kempa víðari fyri Føroyar og fyri Klaksvíkina, sum eg eisini kempi fyri í morgin. Tað er rørandi at síggja allar heilsanir og viðmerkingarnar á facebook. Tað ger meg stoltan at vera føroying og ikki minst Klaksvíking.  Stuðulin úr heimbýnum er fantastiskur, sigur Martin at enda úr Danmark.