UEFA er gingið við til, at bøturnar fyri at bróta Financial Fairplay reglurnar, verða býttar millum luttakandi feløgini í Champions League og Europa League.
UEFA er í holt við at innføra Financial Fairplay reglarnar og fyrstu bøturnar eru longu givnar til feløg sum Manchester City og Paris Saint-Germain.
Felagið fyri europeisk feløg, ECA, hevur arbeitt fyri, at bøturnar skulu býtast millum feløgini, heldur enn at fara til UEFA, og tað er UEFA gingið við til. 180 milliónir krónur eru tí klárar at býta út.
Eftir samráðingar millum UEFA og ECA verður roknað við, at tær 180 milliónir krónurnar skulu býtast millum feløgini, sum hava luttikið í kappingunum hjá UEFA í 2013/2014. 80% av pengunum verður latið til tey feløgini, sum komu í bólkaspælið í Champions League og Europa Leagur, og 20% verða býtt milum liðini, ið vórðu við í undankappingunum, sigur ECA á heimasíðu síni.
Tað merkir, at eisini føroysku feløgini, EB/Streymur, ÍF, HB og Víkingur, kunnu vænta sær eitt oyra um ikki so langa tíð.
Tað skal sigast, at enn manglar eksekutivkommitein hjá UEFA at góðkenna uppskotið endaliga.